Innanlands

80 ár síðan krígslok – minningarløta á Nesi

Minningarløtan verður í dag kl. 15 við kanónina á Nesi í Eysturoy

2025-10-23 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í sambandi við, at tað eru 80 ár liðin síðan annar verðaldarbardagi endaði, verður ein minningarløta hildin fyri teir, sum sjólótust undir krígnum. Minningarløtan verður seinnapartin í dag við kanónina á Nesi í Eysturoy.

Tiltakið byrjar kl. 15 í dag. Fyrst fer Alfred Olsen at siga nøkur orð, og síðan syngja menninir í Undirhúsinum.

Tummas Kannuberg, prestur heldur røðu, og Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer at leggja krans áðrenn menninir í Undirhúsinum aftur syngja ein sang. Eisini verður bretski konsulin í Føroyum, Tummas Hanus Dam, til staðar, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder