
Leypandi av trimum summarmánaðum hava 7,1 milliónir ferðafólk ferðast við SAS. Hetta vísir ferðslutalið hjá SAS, sum bleiv kunngjørt í gjár.
Hetta eru slakar tvær milliónir fleiri ferðafólk, samanborið við juni, juli og august í 2022. Takast skal tó í mentu, at ferðslutalið í fjør bleiv ávirkað av starvsfólkaverkfalli, sum vardi í 15 dagar.
Stjórin í SAS, Anko van der Werff, sigur í einari viðmerking til ferðslutølini, at hann er avbera væl nøgdur við úrslitið hetta summarið. Hann frøðist yvir økta eftirspurningin og veksandi talið av ferðandi við SAS.
Í juli ferðaðust 2,4 milliónir fólk við SAS. Hetta er fyrstu ferð síðani koronu, at talið av ferðafólkum hevur verið so høgt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald