Innanlands

70 prosent halda at tað eru ov nógvar kommunur

Yvir helmingurin mælir til, at kommunusamanleggingar verða gjørdar við lóg

Hvalbøur - her var seinast talan um at leggja saman (Savnsmynd)

Hvalbøur - her var seinast talan um at leggja saman (Savnsmynd)

2026-02-04 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan 70 prosent av føroyingunum halda, at talið av kommunum í Føroyum er ov høgt.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FM1.

Upp á spurningin: “Heldur tú, at tað skulu vera færri kommunur í Føroyum enn í dag?”, svaraðu 68 prosent av teimum spurdu ‘ja’ meðan 20 prosent svaraðu ‘nei’, meðan restin segði seg ikki vita.

Tað eru serliga borgararnir í høvuðsstaðnum og Streymoynni annars, sum halda at kommunurnar eru ov nógvar – har svaraðu ávikavist 73 og 74 prosent ‘ja’ upp á spurningin.

Men heldur óvæntað er kanska, at í Sandoy og Suðuroy, har ongar kommunusamanleggingar hava verið, er ein stórur meiriluti, sum eisini heldur, at talið á kommunum eru ov høgt. Har eru tað 68 prosent, sum svara ‘ja’.

Norðoyggjar skilja seg burtur úr. Har eru einans 50 prosent, sum halda at tað skulu vera færri kommunur í Føroyum.

51 prosent vilja lóggeva

Veljararnir fingu eisini spurningin, um hvussu tey halda at ein møgulig kommunusamanlegging skal fara fram.

Her svaraðu 51 prosent, at talið av kommunum skal ásetast við lóg, meðan 42 prosent halda, at samanleggingar skulu vera sjálvbodnar.

Spurningurin um kommunusamanleggingar er á skrá í sendingini “Stjórnin – politikkur á skák", sum er at hoyra her á FM1 millum klokkan 17 og 18.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder