
Fróðskaparsetur Føroya: Umleið 65 granskarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark eru í dag og í morgin savnaðir á verkstovu á Frælsinum í Havn, har Fróðskaparsetur Føroya er vertur.
Endamálið við verkstovuni er at menna tvørfakliga gransking og samstarv. Á skránni eru framløgur, orðaskifti og bólkaarbeiði, og eisini fara granskararnir at vitja Bakkafrost á Glyvrum, SEV í Húsahaga og radaran á Sornfelli.
Í morgin verður panelorðaskifti við umboðum frá Danmarks Frie Forskningsfond og Granskingarráðunum í Føroyum og Grønlandi, har tey fara at tosa um fígging av granskingini, sum tørvur er á.
Fyriskipararnir siga um verkstovuna, at avbjóðingarnar í Arktis krevja, at vit finna nýggjar leiðir at skipa og samstarva um gransking og undirvísing, og at denturin á verkstovuni verður lagdur á hetta.
Martin Tvede Zachariasen, rektari, segði í vælkomurøðu sínari m.a., at vit í Føroyum hava nógva gransking, sum er sera viðkomandi í arktiskum høpi:
- Vit kanna, hvussu tilflytarar verða integreraðir í føroyska samfelagið, m.a. hvussu teir brúka føroyskt mál. Er tað lætt hjá innflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum? Stutta svarið er tíverri nei.
- Vit kanna tryggleika og geopolitikk í Norðuratlantshavi. Sum tit vita, hava stórveldi sum USA, Russland og Kina stóran áhuga í Arktis. Er tað lætt hjá Føroyum at finna javnvágina millum geopolitisk áhugamál og vinnulig áhugamál – eitt nú við fiskivinnuni og alivinnuni? Stutta svarið er avgjørt nei.
- Vit granska í søgu og fornfrøði í Føroyum. Vita vit, nær landnám var á fyrsta sinni her? Vit hava nøkur svar, men dagføringar koma javnan. Tá eg var barn, lærdu vit, at fyrstu fólkini helst komu higar um ár 700–800, men nú bendir nógv á, at tað var longu áðrenn ár 300. Nútímans DNA-tøkni hjálpir okkum við hesum.
- Vit granska eisini í umhvørvinum í luftini, á landi og í sjónum. Tit fara at síggja fleiri dømi um hetta á verkstovuni. Vit halda, at Føroyar eru sera væl egnaðar sum pallur fyri arktiska gransking. Landið er lætt at koma til, og vit hava eitt infrakervi á heimsstigi.
– Hjartaliga vælkomin, øll somul. Eg vóni, at tit fara at njóta verkstovuna her hjá okkum, segði Martin Tvede Zachariasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald