Innanlands

6,3 prosent av fólkinum eru útlendingar

Talið av donskum ríkisborgarum í Føroyum er minkað hetta seinasta árið – útlendingarnir eiga fólkavøksturin

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2025-08-11 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av útlendingum í Føroyum – tað vil siga fólkum, sum ikki hava danskan ríkisborgaraskap – er trífaldað hesi seinastu tíggju árini. Í 2015 vóru gott 1.100 útlendingar í Føroyum. Nú eru teir næstan 3.500

Lutfalsliga eru útlendingarnir nú 6,3 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum, meðan teir vóru 2,3 prosent í 2015. Hetta sæst í nýggjastu hagtølunum yvir íbúgvar, sum Hagstovan hevur almannakunngjørt í dag.

Les eisini: Fólkatalið rundað 55.000

Hetta seinasta árið er fólkatalið í Føroyum vaksið úr 54.770 til 55.042. Vit eru sostatt 272 fleiri fólk fleiri. Men vit eru færri danskir ríkisborgarar í Føroyum nú enn vit vóru fyri einum ári síðani – 27 færri.

Hinvegin er talið av útlendingum vaksið við 299.

Sambært Hagstovuni eru tað nú 93,7 prosent av fólkunum í Føroyum, sum eru danskir ríkisborgarar. Hetta talið er lækkað støðugt hesi seinastu 10 árini, tá  parturin lá um tey 98 prosentini.

Av teimum 3.475 útlendingunum í Føroyum, komu 299 úr øðrum norðurlondum, 1.368 komu úr Evropa annars, 346 úr Afrika, 197 úr Amerika og 1.224 úr Asia, meðan borgaraskapurin hjá nøkrum var ókendur. 1.998 eru mannfólk og 1.436 konufólk.

Flest menn eru í aldrinum 35 til 39 ár: 301. Síðan koma aldursbólkarnir 30 til 34 ár: 247 og 40 til 44 ár: 211. Kvinnurnar eru flest í aldrinum 30 til 34 ár: 203 og 35 til 29 ár: 183.

Av útlendingunum eru 203 børn frá 0 til 14 ár. Og 67 frá 70 ár og eldri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder