Innanlands

60+ tiltak hjá Articon

Knapt 10 prosent av av samlaða starvsfólkahópinum eru yvir 60 ár, og fólk, ið eru givin í felagnum, vóru eisini við

2024-03-12 13:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin í síðstu viku skipaði ArtiCon fyri árliga 60+ degi sínum, tá ið tilkomnu starvsfólk felagsins hittast til gamans og álvara.

Dagurin byrjaði uppi á Hjalla, har Jón Sigurdsson, stjóri, greiddi frá teimum verkætlanum, sum felagið stendur fyri í ovara parti av høvuðsstaðnum – innkomuvegnum, Húsareynstunlinum og stórhøllini við Tjarnir. Farið varð so við bussi at síggja arbeiðini. 

Síðani var døgurði á Hotel Hafnia, og eisini har var okkurt forvitnisligt á skránni. Pál Weihe greiddi frá teirri góðu heilsuni, tá man er farin um tey seksti ella er givin á arbeiðsmarknaðinum, Robert McBirnie sang og fortaldi søgur, og framløga var um verkætlanir felagsins síðan seinasta 60+ dagin.

Til dagin eru eisini tey boðin við, sum hava arbeitt hjá felagnum, men sum eru givin fyri aldur, so at tey áhaldandi kunnu fylgja sínum fyrrverandi arbeiðsplássi og starvsfeløgum. Knapt 10 prosent av samlaða starvsfólkahópinum eru 60+.

ArtiCon

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder