Innanlands

57 prosent av svium nú fyri Nato-limaskapi

Sannlíkindi eru fyri, at Svøríki og Finnland gerast limur nummar 31 og 32 í vesturlendsku verjusamgonguni

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2022-04-20 17:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein vaksandi meiriluti av svium eru nú fyri at landið gerst limur í Nato-verjusamgonguni. Tað vísir ein veljarakanning, sum varð kunngjørd í gjár.

Fyritøkan Demoskop gjørdi kanningina fyri Aftonbladet. Kanningin vísir, at 57 prosent av svium nú eru fyri Nato-limaskapi. Ein mánað frammanundan var talið 51 prosent. Talið av svium, sum eru ímóti einum Nato-limaskapi er tilsvarandi fallið úr 24 niður í 21 prosent, meðan tey, ið siga seg ikki vita, fall úr 25 til 22 prosent.

Kanningin í mars var tann fyrsta, ið vísti, at ein meiriluti av veljarunum í Svøríki eru fyri Nato-limaskapi.

Svøríki hevur ikki verið í kríggj síðan Napoleonstíðina, og hevur bygt sín trygdarpolitikk á at halda seg burtur frá øllum hernaðarsamgongum.

Men eins og í grannalandinum Finnlandi, hevur russiska innrásin í Ukreina fingið sviar at umhugsa limaskapin av nýggjum. Bæði londini verða nú mett at vera nær við at kunna leggjast afturat teimum núverandi 30 limalondunum í Nato.

Uppruna limalondini í Nato frá 1949 eru hesi: Belgia, Kanada, Danmark, Frakland, Ísland, Italia, Luksemburg, Niðurlond, Noreg, Portugal, Bretland og USA. Síðan eru hesi lond komin afturat Grikkaland og Turkaland (1952), Týskland (1955), Spania (1982), Kekkia, Ungarn og Poland (1999), Bulgaria, Estland, Lettland, Litava, Rumenia, Slovakia og Slovenia (2004), Albania og Kroatia (2009), Montenegro (2017) og Norðurmakedonia (2020).

Svenska stjórnin hevur umbiðið eina frágreiðing um møguligan limaskap. Henda frágreiðing skal vera liðug móti endanum av mai mánaði. Hetta tíðarskeiðið skal sosialdemokratiski stjórnarflokkurin eisini umrøða spurningin. Sosialdemokratiski flokkurin hevur altíð verið ímóti svenskum Nato-limaskapi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder