Innanlands

55.146 fólk búðu í Føroyum 1. august

Vøksturin frá 1. august 2024 var 0,7 prosent. Orsøkin er størri burðaravlop, og at færri fluttu úr Føroyum enn frammanundan

2025-09-12 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya: Fólkavøksturin heldur fram, og tann 1. august búðu 55.146 fólk í Føroyum. Tað eru tey, sum ikki hava bústaðartilknýti, sum standa fyri ískoytinum til fólkavøksturin, sum kemur frá nettoflytingini.

[object Object]

Størri burðaravlop og nettoflyting

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 158 fólk og einari nettoflyting á 219 fólk. Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin var meir enn tvífalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði, bæði tí færri fluttu til Føroya, men serliga, tí færri fluttu úr Føroyum. 

Nevnast skal, at eftirskrásetingar eru í tali av fluttum millum Føroyar og útlond. Tá uppgerðin fyri undanfarna tíðarskeið varð gjørd fyri einum ári síðani var nettoflytingin 167 fólk. Nú eitt ár er liðið og eftirskrásetingarnar eru komnar við, er nettoflytingin 95 fólk. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.

v

Flytingar og bústaðartilknýti

Tá fólk við bústaðartilknýti, sum hava fingið børn uttanlands, flyta aftur til Føroya, hava børn teirra ikki bústaðartilknýti. Børnini hava ikki búð helvtina av lívinum ella 7 av 10 samanhangandi árum í Føroyum. Av tí at børn hava verið stórur partur av tilflytingini seinastu árini, hava vit víðkað bústaðartilknýtið. Nú er millum annað møguligt at telja børn uttan bústaðartilknýti saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti, um minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti.

Talvan niðanfyri vísir flytingar til og úr Føroyum skiftar á bústaðartilknýti í seks teimum seinastu 12 mánaða skeiðunum. Børn uttan bústaðartilknýti, har minst annað foreldrið hevur bústaðartilknýti, eru tald saman við teimum, sum hava bústaðartilknýti.

Meðan nettoflytingin millum tey við bústaðartilknýtið hevur verið negativ millum 100 og 200 seinastu fýra tíðarskeiðini hevur nettoflytingin hjá teimum uttan bústaðartilknýti verið millum knapt 300 og gott 500. Sostatt er ískoytið frá nettoflytingini til fólkavøksturin komið frá teimum uttan bústaðartilknýti fýra tey seinastu 12 mánaða skeiðini.

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.  


[object Object]
Fleiri fødd og deyð
 
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í bæði føði- og deyðatalinum er vaksandi. Gongdin í føðitalinum veksur tó eitt sindur meira enn gongdin í deyðatalinum veksur. 

[object Object]

Fólkatalið í kommununum

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. 

Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, síðani í Runavíkar og Nes kommunu, og fimtstørsti vøkstur var í Sands kommunu, har fólkatalið vaks við 18 persónum, ella 3,4 prosentum.

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyar, Vága og Vágs kommunu.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. august 2024 og 2025. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder