Innanlands

5,5 milliónir krónur til Krabbameinsfelagið

Í gjárkvøldið var insavningartiltakið hjá Krabbameinsfelagnum í sjónvarpinum, har 5.535.884 krónur komu inn – Tað ber tó framvegis til at stuðla umvegis heimasíðuni hjá Krabbameinsfelagnum

(Mynd: KVF)

(Mynd: KVF)

2025-10-27 08:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyingar savnaðu inn 5,5 milliónir krónur í sambandi við innsavningartiltakið hjá Krabbameinsfelagnum, Saman um krabbamein, sum varð víst í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Á skránni vóru persónligar søgur hjá sjúklingum og avvarðandi, innsløg um arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum, umframt tónleikainnsløg.

Stuðul kom inn frá bæði fyritøkum, stovnum og einstaklingum, og samlaða upphæddin bleiv 5.535.884 krónur.

Tað ber tó framvegis til at stuðla, so helst verður endaliga upphæddin hægri. Tað ber til at stuðla umvegis heimasíðuni krabbamein.fo fram til klokkan 12 í dag. Síðani verður lutakast um fleiri vinningar millum øll, sum hava stuðlað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder