Í hesum døgum eru 50 dansarar savnaðir á Føroya Fólkaháskúla, nú ársins DansiEksperiment er byrjað.
DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar.
Saman við dugnaligum koreografum og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa tey eina dygdargóða dansiframsýning, sum í ár verður framsýnd í Norðurlandahúsinum.
Umframt føroysku dansararnar, hava tey fingið gestir bæði úr USA, Kanada, Norra og Danmark, og kunnu áskoðararnir vænta eina spennandi og fjølbroytta skrá tann 24. og 25. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald