Innanlands

490 koppsett fyri koronu í gjár

Tað gongur ikki eins skjótt at koppseta nú - tó eru 1.528 skamtir nýttir hesa vikuna, og yvir 25.000 hava nú fingið seinnu koppsetingina

Tilsamans eru 58.353 koppsetingar gjørdar í Føroyum síðani síðst í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Tilsamans eru 58.353 koppsetingar gjørdar í Føroyum síðani síðst í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-15 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastuni hevur tað verið nakað frammi um, at tað tað gongur ikki eins skjótt at koppseta sum ætlað - mest tí tað ikki eru so nógv, ið bóka sær tíð, sum væntað varð.

Í gjár, mikudagin 14.07, vórðu 490 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Tað merkir, at 1.528 koppsetingar eru higartil gjørdar hesa vikuna.

Av teimum 490 í gjár, vóru 205 fólk, ið fingu fyrra prikið, og 285 fólk fingu tað seinna. Tað skrivar corona.fo

Tað merkir, at nú hava 33.161 fólk fingið fyrru koppsetingina. 25.192 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Tilsamans 58.353 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder