Uttanlands

479 dronur og 20 rakettir yvir Ukraina í nátt

Boðað verður frá, at ein persónur varð særdur í álopinum í nátt, sum sambært ukrainska herinum er størsta russiska náttarálopið á ukraina, síðan kríggið byrjaði

Um vikuskiftið varð ukrainski býurin Kharkiv álopin (Mynd: EPA)

Um vikuskiftið varð ukrainski býurin Kharkiv álopin (Mynd: EPA)

2025-06-09 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur Russland sent 479 dronur yvir Ukraina, og sambært ukrainska herinum er talan um størsta náttarálopið undir krígnum millum Russland og Ukraina, sum byrjaði í februar 2022.

Umframt dronurnar brúktu russar eisini 20 rakettir í álopinum á mið- og vesturpartin av Ukraina.

Ukrainska loftverjan oyðilegði 277 dronur 19 rakettir, og at tíggju dronur komu á mál.

Ein persónur hevur fingið skaða, skrivar tíðindastovan AP, sum tó ikki kann vátta fráboðanirnar um álopið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder