
Seinrapartin í dag – í býráðssalinum á Glyvrum - skrivaðu Jóan Petur Vang og Tórbjørn Jacobsen undir leigusáttmála um lendi í miðbýarøkinum í Runavík. Fyri tað hevði fundur verið í fíggjarnevndini og eykabýráðsfundur, har ið uppskotið til sáttmála var einmælt samtykt.
Nakað er fráliðið síðan málið tók seg upp, og grót varð lagt út til endamálið sunnanvert í bátahylinum í Runavík. Fleiri partar hava verið inni í drúgvu tilgongdini, men eftir at Jóan Petur Vang einsamallur hevði fingið ræði á Spf. Bryggjan tók málið rættiliga dik á seg, og nú undirskrivað er, bíðar felagið bert eftir endaliga byggiloyvinum, sum skal vera útskrivað áðrenn 1. juli í ár. Ætlanin er at byrja byggingina 1. august 2025, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Talan er um tvær lønir við tilsamans 45 eigaraíbúðum. Fyrst verður farið undir Lon 1 við 18 íbúðum og eftir tað Lon 2 við 27 íbúðum. Í niðastu hæddunum verður rúm fyri handils/vinnu-virksemi. Kjallarahæddirnar vera ávikavist 350 og 524 fermetrar.
Eftir ætlan verður fyrra lonin innilokað áðrenn ársskiftið 2025/2026, og ói mars mánað næsta ár verður farið undir seinnu lonina. Øll ætlanin væntast at vera framd endaliga við ársenda 2027.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald