Innanlands

40.044 krónur úr Oyndarfirði til Kabul

Fríggjadagin varð skipað fyri stuðulstiltaki fyri hungursraktum børnum í Afganistan – Tað var Oyndarfjarðar skúli, sum skipaði fyri

Vinningurin varð handaður Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum (Mynd: Runavíkar kommuna)

Vinningurin varð handaður Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum (Mynd: Runavíkar kommuna)

2022-02-19 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Einalærarin Hansa M. Glerfoss og teir báðir næmingarnir í Oyndarfjarðar skúla hava í eina tíð arbeitt við eini verkætlan, sum hevði til endamáls at savna pening inn til hungursrakt børn í Afganistan. Frá at vera ein verkætlan hjá teimum trimum, endaði tað tó við, at øll bygdin gjørdist partur av ætlanini. Tað sást m.a. aftur í øllum lutunum, sum vóru seldir í skúlanum fríggjadagin.

Fríggjadag seinnapart var tombolasøla, og sambært heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu var talan um sera góða undirtøku.

Frændin Steintór Rasmussen og dóttir hansara, Rakul Ró sungu nakrar sangir. Eftir tað takkaði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, skúlanum fyri átakið, og samstundis handaði hann Hansu M. Glerfoss eitt ískoyti frá kommununi til innsavningina, skrivar kommunan.

– Borgarstjórin fór síðan undir eina meksikanska uppboðssølu av fýra lutum: Sangskríninum hjá Steintóri & Co., einum turrum tjógvi frá Leif Petersen – úr ognarhaganum, Trom-vesti sum Linda hevði bundið, og einari troyggju sum hin 97 ára gamla Jóna Hammer hevði bundið til dagin.

– Ein sera væl eydnað løta, og fyri lok handaði Oyndarfjarðar skúli vinningin óskerdan til Tórfinn Højgaard frá Reyða Krossi í Føroyum. Harvið eru 40.044 krónur nú á veg úr Oyndarfirði til Kabul - ætlaðar neyðstøddum børnum í Afganistan, skrivar Runavíkar kommuna, sum leggur afturat, at Oyndarfjarðar skúli eigur stóran heiður uppibornan fyri átakið og hjálpina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder