Innanlands

40.000 krónur um mánaðin í bíðiløn

11 tingfólk vórðu ikki afturvald 31. august, og fáa tey nú bíðiløn í fýra til seks mánaðar

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-09-11 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir

Á løgtingsvalinum 31. august vórðu 11 tingfólk, sum ikki vórðu afturvald, og tey fáa nú bíðiløn.

Tey nú fyrrverandi løgtingsfólkini fáa bíðiløn í fýra til seks mánaðar, alt eftir, hvussu leingi, tey hava sitið í tingsessinum.

Sambært løgtingslógini um samsýning og eftirløn løgtinsmanna frá 1999, fáa løgtingsfólk løn í ein mánað fyri hvørt ár, tey hava sitið á tingi, tó í minsta lagi fýra mánaðar og í mesta lagi seks mánaðar.

Sambært Kringvarpinum, er bíðilønin í dag 40.459 krónur um mánaðin.

Av teimum, sum ikki vórðu afturvald 31. august, vóru seks varafólk í tinginum.

placeholder
placeholder