Uttanlands

400 fólk flutt burtur frá stóreldi í Noreg

Enn er ikki tamarhald á eldinum í Krokstadelva. Eldurin kyknaði fríggjadagin seinnapartin

(Mynd: Trond R. Teigen/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Trond R. Teigen/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-07-18 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ikki tamarhald á eldinum, sum hevur herjað í Krokstadelva í Drammen síðan fríggjadagin seinnapartin.

Hetta skrivar norska løgreglan í dagføring fyrrapartin.

Sløkkiliðið hevur ikki tamarhald, men vandin fyri at eldurin breiðir seg enn meira er minkaður, sigur løgreglan og leggur afturat, at smáir logar eru í økinum.

Norskir miðlar skriva fyrrapartin, at 400 fólk eru flutt burtur frá økinum. Eldurin kyknaði í einum raðhúsum um 15:30 tíðina fríggjadagin, og breiddi seg skjótt til onnur hús.

Fleiri enn 100 hús eru brend í grund í stóra eldinum. Trý fólk hava fingið smærri skaðar av eldinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder