Innanlands

40 feløg kunnu flyta út til Kina

Listin yvir føroysk virki við atgongd til kinesiska marknaðin er dagførdur

Tað er fyri tað mesta makrelur og laksur, sum føroysk virki selja til Kina (Savnsmynd)

Tað er fyri tað mesta makrelur og laksur, sum føroysk virki selja til Kina (Savnsmynd)

2019-03-05 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvørja viku skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan undir 60 til 70 heilsuváttanir fyri góðkend føroysk virki, sum flyta út matvørur til Kina. Serliga er talan um feskan laks, sum verður seldur til Kina, men seinastu tíðina hevur eisini verið talan um frystan makrel.

Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni.

Kinesiski myndugleikin GACC hevur nú dagført listan yvir føroysk virkir, sum kunnu flyta út vørur til Kina.

Samsvar hevur ikki verið millum faktisku umstøðurnar og hvat hevur staðið á listanum seinastu tíðina, orsakað av innanhýsis umskipan hjá kinesisku myndugleikunum. Hetta er nú komið í rættlag og tann galdandi listin sæst nú eisini á heimsíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu.

Hesi virki, feløg og skip eru á listanum, sum kunnu flyta út vøru til Kina:
Bakkafrost Processing, Vágur
Bakkafrost Processing, Glyvrar
Faroe Marine Products, Leirvík
Faroe Ship, Tórshavn
FD 10 Akraberg
FD 436 Varðborg
FD 454 Kambur
Frystihúsið, Ánirnar
Greipan, Oyndarfjørður
KG 14 Næraberg
KG 180 Gadus
KG 244 Ågot
KG 689 Norðborg
KG 690 Christian í Grótinum
KG 9 Klakkur
Luna, Sørvágur
Mowi Faroes
Northern Fish Cold Storage, Klaksvík
O. C. Joensen, Oyri
Pf. Bergfrost, Fuglafjørður
Pf. Faroe Origin, Runavík
Pf. Kósin, Klaksvík
Pf. Samskip, Kollafjørður
Pf. TG Seafood, Tvøroyri
Pf. Varðin Pelagic, Tvøroyri
Pelagos
Spf. Norðurrás (ORCA), Kollafjørður
Spf. P. P. Faroe Pelagic
Tavan, Leirvík
TN 1460 Ran
TN 180 Enniberg
TN 705 Brestir
VA 132 Eivind
VA 404 Vesturleiki
Vaðhorn Seafood, Strendur
Vaðhorn, Eiði
Vestmanna Seafood (fiskavirkið)
Vestmanna Seafood (pelagiska virkið)
VN 123 Arctic Viking
VN 668 Kappin 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder