Innanlands

40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri viðmerking á Facebook

Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina, og rætturin metti eisini, at talan var um eina greiða hóttan eftir lívinum. Tað var ein dómari, ið fekk orðini omanyvir seg í sambandi við mál um kynsligt brotsverk

Nú dømda kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm - har fingu bæði dómarin og tann dømdi hóttarnir (Mynd: Føroya Rættur)

Nú dømda kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm - har fingu bæði dómarin og tann dømdi hóttarnir (Mynd: Føroya Rættur)

2025-05-20 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein kvinna í tjúgunum varð í dag dømd 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hótta ein dómara, sum starvast í Føroya Rætti.

Hetta staðfestir Føroya Politi.

Viðmerkingarnar komu í kjalarvørinum av einum øðrum rættarmáli. Nú dømda kvinnan hevði á almennu Facebook-síðuni hjá Kringvarpi Føroya viðmerkt eina grein um ein dóm.

Har fekk dómarin í tí málinum, sum snúði seg um kynslig brotsverk, av at vita. Sambært ákæruvaldinum hótti kvinnan dómaran beinleiðis eftir lívinum.

- Ákæruvaldið kravdi kvinnuna dømda fyri viðmerkingina, tí talan var um eina greiða hóttan eftir lívinum hjá dómaranum. Hetta er brot á § 119 í revsilógini, sum verjir starvsfólk, ið útinna alment álagda tænastuskyldu ella starvsskyldu.

Kvinnan greiddi hinvegin frá, at viðmerkingin ikki skuldi skiljast sum ein hóttan.  Orsøkin til viðmerkingina var, at hon helt, at revsingin fyri kynslig brotsverk í Føroyum er ov lág.

Hetta hjálpti tó ikki, tí rætturin dømdi kvinnuna 40 daga treytaða fongsulsrevsing. Við hesum er treyt um, at tann dømda skal gera 60 tímar samfelagstænastu.

Umframt at verða dømd fyri at hótta dómaran, varð kvinnan eisini dømd fyri at hótta persónin, sum hevði móttikið dómin, sum greinin snúði seg um.

- Av tí, at tað var ein dómari hjá Føroya Rætti, sum varð hóttur, vóru allir dómararnir í Føroya Rætti ógegnigir. Tí var ein setudómari úr Danmark dómari í málinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder