
Í dag, 1. september 2025, hevur Elisabeth L. Joensen starvast á Bókamiðsøluni 40 ár.
Tá ið hon varð sett í starv í 1985, arbeiddi bara Johannes Jacobsen, vanliga nevndur Hannis, á Bókamiðsøluni, ið helt til á triðju hædd í Losjuni í Havn. Umframt at gera alt vanligt skrivstovuarbeiði og røkja kundatænastu, hevur Elisabeth so at kalla frá byrjan havt bókhaldið um hendi. Tá ið Hannis fór frá sum leiðari, varð Elisabeth sett sum leiðari á Bókamiðsøluni tann 1. august 2002.
Í hesum starvi hevur hon skipað fyri og lagt til rættis arbeiði í einari truplari skiftistíð, tá ið Bókamiðsølan flutti úr býnum og niðan á Sandvíkahjalla í nýggj høli, samstundis sum stovnurin skifti eigara og 1. januar 2006 varð umskipaður til partafelag, sum Føroya Lærarafelag nú eigur.
Í sambandi við bygnaðarbroytingar setti nýggi eigaran stjóra í ¼ tíð 1. januar 2007, meðan Elisabeth framvegis er dagligur leiðari við teimum ábyrgdum og skyldum, ið tað viðførir.
Í sambandi við 40 ára starvsdagin verður skipað fyri almennari móttøku fríggjadagin 5. september 2025 frá kl. 15.
Bókamiðsølan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald