Innanlands

38 nýggir koronutilburðir í gjár

37 tilburðir eru av kendum smittukeldum, og ein tilburður av ókendari smittukeldu

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-10-22 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvir tilburðir verða staðfestir av koronu í hesum døgum. Í gjár vóru ikki færri enn 38 tilburðir staðfestir í teimum 882 kanningunum, sum vórðu gjørdar.

Hetta er hægsta talið síðani aftaná ólavsøku í fjør, tá 38 fólk eisini vóru staðfest smittað uppá ein dag.

Talið á smittaðum er í løtuni 134. 248 fólk eru í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder