Uttanlands

37 ára gamla Kristin setti nýtt heimsmet í morgun

Norska kvinnan hevur klintrað upp á allar 14 heimsins hægstu tindar upp á einans 93 dagar

Kristin Harila, her saman við sherpa'num Tenjen Sherpa, tá hon í mai varð fagnað fyri at hava nátt allar heimsins tindar upp á undir eitt ár (Mynd: EPA)

Kristin Harila, her saman við sherpa'num Tenjen Sherpa, tá hon í mai varð fagnað fyri at hava nátt allar heimsins tindar upp á undir eitt ár (Mynd: EPA)

2023-07-27 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá norski ævintýrarin, 37 ára gamla Kristin Harila, í morgun nátti upp á heimsins næsthægsta fjall, tað 8.611 metra høga K2 í Karakoram fjallaketuni í Kashmir, setti hon nýtt heimsmet.

Upp á einans 93 dagar megnaði hon at vinna upp á allar heimsins hægstu fjallatindar hægri enn 8.000 metrar. Teir eru 14 í tali.

Tað skrivar NRK í morgun.

Dreymurin um at gera hetta bragdið byrjaði í 2021, tá Harila náddi upp á Mount Everest og síðan upp á Mount Lhotse. Tá brúkti hon einans 11 tímar og 59 minuttir frá tí at hon stóð á toppinum av heimsins hægsta fjalli, til hon var uppi á tí fjórðhægsta.

Í fjør gjørdi Harila fyrstu royndina at koma upp á teir 14 tindarnar fyri at sláa metið, sum Nimsdai Purja átti. Men tann royndin eydnaðist ikki, tí norska kvinnan fekk ikki neyðugu loyvini at klintra upp á tey síðstu tvey fjøllini í Kina.

26. apríl í ár varð stoppurið so tendrað fyri eini nýggjari roynd í sambandi við at hon fór upp á 8.013 metra høga Sishapangma.

Tá hon so 3. mai náddi upp á 8.201 metra høga Cho Oyu, hevði hon megnað allar teir 14 tindarnar upp á eitt ár og fimm dagar. Tað varð skrásett sum nýtt met av tí at galdandi metið hjá áðurnevnda Purja upp á 189 dagar ikki var góðkent.

Á ferðini sló hon eisini egin met. Í mai brúktu hon einans 8 tímar at koma av Mount Everest til Lhotse.

Í juni í ár kunngjørdi Kristin Harila so, at hon hevði í kvittanum at náa øll fjøllini upp á tríggjar mánaðir.

Metið hjá Kristin Harila:

Shishapangma, 8.013 m, Kina, 26. april
Cho Oyu, 8.201 m, Kina/Nepal, 3. mai
Makalu, 8.463 m, Nepal/Kina 13. mai
Kanchenjunga, 8.586 m, Nepal/India, 18. mai
Mount Everest, 8.849 m, Nepal/Kina, 23. mai
Lhotse, 8.516 m, Kina/Nepal, 23. mai
Dhaulagiri, 8.167 m, Nepal, 29. mai
Annapurna I, 8.091 mo, Nepal 5. juni
Manaslu, 8.156 m, Nepal 10. juni
Nanga Parbat, 8.126 m, Pakistan, 26. juni
Gasherbrum II, 8.080 m, Pakistan/Kina, 15. juli
Gasherbrum I, 8.035 m, Pakistan/Kina, 18. juli
Broad Peak, 8.051 m, Pakistan/Kina, 23. juli
K2, 8.611 m, Pakistan/Kina, 27. juli 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder