
Í september taldi starvsfólkaskarin í Føroyum 30.084 fólk. Tað eru 505 starvsfólk – ella 1,7 prosent – fleiri enn í september í fjør, skrivar Hagstovan.
Talan var um góðar 15.300 menn og 14.700 kvinnur.
Samanborið við sama mánað í fjør vóru 253 fleiri menn og 252 fleiri kvinnur í starvsfólkaskaranum – bæði ein vøkstur á 1,7 prosent.
57 prosent, av starvfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin, 43 prosent, hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Verður hugt eftir kynum hvør sær, er býtið tó eitt annað. Tríggir av fýra monnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, meðan tvær av trimum kvinnum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald