Sambært Hagstovu Føroya vóru við ársbyrjan 19.886 húski í Føroyum.
Tað er 283 fleiri enn fyri einum ári síðani og 2.825 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíggju ára tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 5.884 fólkum.
Í góðum fjórða hvørjum húski - í 5.472 húskjum - býr bert ein vaksin, og hetta er størsti húskisbólkur.
Lutfalsliga er tað hesin húskisbólkurin – ein vaksin uttan børn – sum er vaksin mest seinastu tíggju árini við einum vøkstri á 35 prosentum.
Av teimum 2.825 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er um helvtin av teimum støk húski.
Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn.
Við ársbyrjan vóru tey góð 5.000 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum.
Í knappliga tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn. Í miðal eru beint undir trý fólk í hvørjum húski, og er tað nakað tað sama, sum fyri tíggju árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald