Innanlands

27448 løntakarar í juli

Talið av løntakarum heldur fram við at vaksa

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-10-08 16:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Talið av løntakarum í Føroyum var 27448 í juli. Talið hevur verið støðugt vaksandi síðani januar 2014, tá beint undir 24000 løntakarar vóru, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.[object Object]

Av teimum 27488 løntakarunum eru 14267 mannfólk og 13181 konufólk. Tølini fyri kynini líkjast nógv teimum fyri samlaða talið, tí at bæði tølini hava verið støðugt vaksandi síðani januar 2014. Lítil og eingin broyting hevur verið á muninum av talinum av løntakarum millum kynini hetta tíðarskeiðið.

[object Object]

Flest løntakarar eru í høvuðsvinnugreinabólkinum almenn tænasta og onnur tænasta. Har eru 9768 løntakarar. Í privatu tænastuvinnunum eru 9156 løntakara. Síðani er eitt lop niður á næstu høvuðsgreinavinnubólkin, sum er byggivinna og onnur tilvirking. Har vóru 4.284 løntakarar í juli, meðan 4240 løntakarar vóru í bólkinum fiskivinna og onnur ráevnisvinna.

Av høvuðsgreinavinnubólkunum hevur ein støðugur vøkstur verið í øllum bólkunum síðani januar 2014, uttan í byggivinnu og onnur tilvirkan, har lítil og eingin broyting hevur verið í hesum tíðarskeiðinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder