
USA fer at koma við einum aftursvari.
Tað sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio, eftir at fyrrverandi brasilski forsetin, Jair Bolsonaro varð funnin sekur í at hava lagt til rættis eitt kvett fyri at forða núverandi forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva, í at taka við sum forseti í januar 2023.
70 ára gamli Bolsonaro fær 27 ár og tríggjar mánaðir í fongsli, og sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum er talan um eina politiska mannajagstran.
Í dagføring á X leggur Rubio brasilska hægstarættardómaran Alexandre de Moraes undir at gera seg inn á mannarættindi, og kallar hann dómin hjá Bolsonaro fyri órættvísan.
– USA fer at koma við einum hóskandi aftursvari, sigur hann.
USA hevur frammanundan lagt revsitoll á brasilskar vørur sum aftursvar til rættarmálið móti Bolsonaro.
Sambært ákærurinum visti Bolsonaro um ætlanir um at drepa Lula forseta, Geraldo Alckmin varaforseta og Alexandre de Moraes hægstarættardómara. Bolsonaro skal eisini hava eggjað til álop á brasilska tjóðartingið, hægstarættin og forsetaborgina, eftir at Lula varð tikin í eið sum forseti.
Umframt Bolsonaro vórðu sjey onnur eisini dømd í málinum. Talan er um fyrrverandi ráðharrar og herleiðarar.
Sjálvur hevur Bolsonaro noktað seg sekan og sagt, at hann er offur fyri eina politiska mannajagstran.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, sambært altjóða miðlum, at hann er vónbrotin av avgerðini hjá hægstarættinum, og samanber hann støðuna hjá Bolsonaro við rættarmálunum móti honum.
– Tað minnir meg um tað, sum tey royndu at gera móti mær, men gekk ikki hjá teimum.
Umframt fongsulsdómin sleppur Bolsonaro heldur ikki at stilla upp til alment embæti fram til 2060.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald