Innanlands

268 børn fara í skúla fyri fyrstu ferð í morgin

Tilsamans fara nærum 3000 næmingar í skúla í Tórshavnar kommunu í morgin

Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt

Mynd: Skúlin við Løgmannabreyt

2018-08-15 14:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgin er fyrsti skúladagur í fólkaskúlanum eftir summarfrítíðina. Fyri fleiri av børnunum, sum fara í skúla í morgin, er hetta eisini teirra fyrsti skúladagur yvirhøvur, tí at hesin byrja í fyrsta flokki.

Tilsamans 2.989 næmingar fara í skúla í Tórshavnar kommunu í morgin, umframt tey 78, sum fara í forskúla.

Skúlin á Fløtum er størsti skúli við 756 næmingum, Eysturskúlin hevur 495, Skúlin við Løgmannabreyt 421, Skúlin á Argjahamri 373, Hoyvíkar skúli 355, Sankta Frans skúli 315, Kollafjarðar skúli 127, Velbastaðar skúli 45, Lítliskúli 41, Frískúlin í Havn 27, Kaldbaks skúli 24 og Nólsoyar skúli 10 næmingar, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Tilsamans 268 nýggir næmingar fara í fyrsta flokk og 78 í forskúla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder