placeholder
Innanlands

2677 hava meldað seg til Royal Run Føroyar

Undirtøkan fyri kongaligu renningini í Klaksvík er sera góð - høvuðsfyriskiparnir hava vitjað í vikuni

Jógvan Skorheim og Guttorm Sørensen saman við høvuðsfyriskiparunum av Royal Run 
(Mynd: Norðlýsið)

Jógvan Skorheim og Guttorm Sørensen saman við høvuðsfyriskiparunum av Royal Run (Mynd: Norðlýsið)

2019-02-14 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 1. juni fara Frederik krúnprinsur og ein rúgva av øðrum at renna í gøtunum í Klaksvík. 

Norðlýsið skrivar í dag, at tað verður trongt á Noroyðastevnu, tí heili 2677 eru longu nú tilmeldaði Royal Run Føroyar. 

Týsdagin og mikudagin vóru høvuðsfyriskiparnir av Royal Run og vitjaðu í Klaksvík., har tey hugdu eftir umstøðunum. Sambært Norðlýsinum er tey eru avgjørd um, at Royal Run í Klaksvík verður heilt serstakt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder