
262 nýggj lesandi byrjaði í gjár lesturin á Fróðskaparsetri Føroya. 207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll.
Sum siður er, vóru røður og livandi tónleikur á skránni, umframt ein rúgva av praktiskum upplýsingum og góðum ráðum, nú nýggi árgangurin skal sjósetast so trygt og væl sum gjørligt.
Gestarøðari var Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eisini heilsaði Martin Tvede Zachariasen teimum nýggju lesandi vælkomnum.
Røðurnar og fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Setrinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald