Mentan

25 ára starvsdagur hjá Martini Mouritsen

Martin Mouritsen hevði 1. apríl 25 ára starvsdag sum musikkskúlastjóri

Hjalmar Hansen og Martin Mouritsen

Hjalmar Hansen og Martin Mouritsen

2023-04-28 13:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

1. apríl í ár hevði Martin Mouritsen 25 ára starvsdag sum musikkskúlastjóri fyri Musikkskúlaskipanina.

Hetta var hátíðarhildið seinnapartin mikudagin 26. apríl við eini samkomu í matarhøllini á Undirvísingarstýrinum, har stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, bar fram eina heilsan og handaði Martini blómutyssi.

- 25 ár er eitt ættarlið, so tað sigur seg sjálvt, at nógv er hent hesa tíðina, tú hevur staðið við dirigentstavinum fyri føroysku musikkskúlaundirvísingina, segði Hjalmar Hansen, stjóri.

- Tú hevur eisini roynt teg sum dirigent fyri Føroya Symfoniorkestur. Eg havi altíð verið hugtikin av hesum leiklutinum - at megna at fáa fleiri ymisk ljóðføri at spæla, so at tað fyri okkum áhoyrarar verður ein stór og gevandi uppliving. Av og á hugsi eg, at tú eisini til dagligt ert ein dirigentur, sum megnar at fáa øll at spæla saman. Øll lata líka væl at samstarvinum.

- Tú ert ein einmansherður, tú handlar, tú finnur loysnir og tingini eru í ordan, segði Hjalmar Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder