2025-09-18 13:57

Í dag hava tey hátíðarhald í el-in í Klaksvík. Mathilda Johannessen hevur í dag 25 ára starvsdag.
- Hon hevur verið ein ómissandi partur av okkara toymi í øll hesi ár – altíð blíð, kundavinalig og fakliga dugnalig. Við sínum góða eyga fyri detaljum og sínum jaliga lyndi hevur hon verið við til at skapa eina serliga uppliving fyri okkara kundar, hvørja ferð tey vitja handilin, sigur El-in.
Av El-in verður sagt, at fólk eru vælkomin framvið at heilsa uppá og hátíðarhalda hetta saman við teimum. Kaffi og kaka er at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald