2025-06-29 15:37

Fyrr í hesum mánaðinum løgdu bretskir myndugleikar hald á 2,4 tons av kokaini, sum varð funnið umborð á einum bingjuskipi, sum kom til London úr Panama.
Talan er um ein av størstu nøgdunum av kokaini, sum bretskir myndugleikar hava lagt hald á seinastu árini, skrivar BBc.
Kokainið, sum varð funnið fyrr í hesum mánaðinum, hevði eitt virði á nærum 100 milliónir pund, sum svarar til góðar 873 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald