Mentan

200 gevur út tvey stakløg í dag

"Leðurhúsið" og "Ilt í fyrstani" eru tvey nýggj stakløg hjá 200, sum eru komin út

2023-05-12 13:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjeynda studioútgávan hjá 200, REYVHEART, kemur eftir ætlan út 1. juli. 

Men í dag er komin út ein brellbiti á talgildu stroymingartænasturnar. Ein old-school single, sum hevur 2 síður og harvið tvey løg. Løgini eita Leðurhúsið og Ilt í fyrstani, sum ávikavist eru um dupultmoral um samkyndleika og ein mann, sum hevur sína heilt egnu tulking av hvat ein manslega er fyri nakað – og seinna lagið er um neyðtøku. Júst hvør neyðtekur hvønn vilja vit lata fólk sleppa at tulka sjálv. 

Í annaðkvøld vera nøkur av nýggju løgunum framførd í OY, har 200 spælir konsert saman við Swangah. Annars er 200 á skránni á G! í ár, men áðrenn tað verður útgávukonsert tá ið fysiska plátan er komin aftur úr framleiðslu. 

Men til tá kunnu 2 løg hoyrast har tú vanliga stroymir tónleik. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder