Mentan

20 ára hátíðarhald á Listasavninum á Sandi sunnudagin

Hetta við einum listadegi, har myndlist, tónleikur og upplestur eru á skránnni frá klokkan 15

Streingjaspæl er á skránni við teimum báðum úrmælingunum Heiðrun Petersen og Ragnari Olsen. Bæði hava spælt á savninum gjøgnum árini, og Heiðrun spældi eisini til sjálva upplatingarhátíðina fyri 20 árum síðani

Streingjaspæl er á skránni við teimum báðum úrmælingunum Heiðrun Petersen og Ragnari Olsen. Bæði hava spælt á savninum gjøgnum árini, og Heiðrun spældi eisini til sjálva upplatingarhátíðina fyri 20 árum síðani

2026-06-10 16:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 14. juni verður hátíðarhildið, at Listasavnið á Sandi fyllir 20 ár. Hetta við einum listadegi, har myndlist, tónleikur og upplestur eru á skránni.

Streingjaspæl er á skránni við teimum báðum úrmælingunum Heiðrun Petersen og Ragnari Olsen. Bæði hava spælt á savninum gjøgnum árini, og Heiðrun spældi eisini til sjálva upplatingarhátíðina fyri 20 árum síðan. 

Ólavur Jøkladal, savnstjóri, bjóðar vælkomin og greiður frá um savnið og søguna um savnið. 

Nils Ohrt, listfrøðingur og nevndarlimur setur útvald verk inn í ein listasøguligan kontekst. 

Niels Uni Dam, nevndarformaður og skilmaður Sofusar, lesur úr óútgivnu endurminningunum hjá Sofusi

Oddfríður Marni Rasmussen, lokalur rithøvundur, lesur staðbundnar tekstir.

Tiltakið byrjar kl.15.00. og hendan dagin er ókeypis atgongd. 

Listasavnið á Sandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder