Innanlands

18.698 fáa pengar aftur í skatti

Í alt 61,5 milliónir krónur verða goldnar aftur. 1.753 borgarar guldu ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning á tilsamans góðar sjey milliónir krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-03 11:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skattauppgerðin 2025 hjá a-skattgjaldarum er gjørd og liggur nú á Borgaraglugganum og kemur í morgin í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í næstu viku.

Uppgerðin vísir, at 18.698 borgarar fara at fáa pengar aftur í skatti, í alt 61,5 milliónir krónur. Pengarnir koma á kontu mánadagin, 23. mars.

1.753 borgarar guldu ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning á til samans góðar 7 milliónir krónur. 23.154 guldu rættan skatt og hvørki fáa ella skylda nakað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder