Innanlands

18 nýggj valevni

60 valevni stilla upp. 18 av teimum bjóða seg fram til fólkatingsval á fyrsta sinni

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-21 08:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

60 valevni stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð. 18 av teimum bjóða seg fram til fólkatingsval á fyrsta sinni. Tað er ein lítil triðingur, 30 prosent, av øllum valevnunum, skrivar valursit.fo, sum hevur savnað øll valevnini.

Fimm valevni stilla upp í politikki fyri fyrstu ferð. Ein er Árni Skaale (Fólkaflokkurin), sum hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum síðan januar. Hini eru Hanna Ovadóttir (Sambandsflokkurin), Jóan Pauli Dahl Jakobsen (Javnaðarflokkurin), Sigrid Sámalsdóttir Hentze (Javnaðarflokkurin), og Liljan Weihe (Tjóðveldi).

Onnur hava áður stillað upp til løgtingsval og kommunuval, men ikki til fólkatingsval. Tey eru millum onnur Petrina Berg á Lag og Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, Ingilín Didriksen Strøm og Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Beinta Løwe og Kristian Oskar J. Henriksen úr Tjóðveldi, og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder