2025-12-16 09:47
Ikki færri enn 18 mál vórðu skrivað, tá ferðsluløgreglan í hálvan annan tíma kannaði bilar í Sjógøtu á Tvøroyri um middagsleitið í gjár.
Brotini snúðu seg eitt nú um, at bilførarar ikki høvdu koyrikortið uppi á sær, høvdu koyrikort, ið ikki var galdandi longur, lykta- og dekkfeilir og at koyrt varð uttan trygdarbelti.
Ferðslupolitiið fer eisini at gera kanningar í Suðuroynni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald