Innanlands

17 tons ruddað í ár

Ársins ruddingardagur hilnaðist sera væl, sigur Rudda Føroyar

(Savnsmynd: Rudda Føroyar)

(Savnsmynd: Rudda Føroyar)

2025-10-14 15:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar vóru aftur í ár partur av altjóða tiltakinum World Cleanup Day, og úrslitið var gott.

880 fólk ruddaðu tilsamans 17 tons av burturkasti. Tað er stór framgongd samanborið við í fjør, tá 2 tons vóru tald upp.

Ruddingardagurin varð hildin leygardagin 20. september 2025 og dagarnar rundanum, við luttøku um alt landið – úr Klaksvík og suður til Trongisvágs og úr Vágunum eystur til Nólsoyar. Og á Sandi og meginøkinum var luttøkan eisini góð.

Bæði stórt og smátt varð ruddað, alt frá smáum plastlutum til størri burturkast sum dekk og jarn. Ruddað varð bæði á landi og á sjógvi, og luttakararnir vóru bæði børn og vaksin.

Summar ruddingar vóru samskipaðar av Rudda Føroyar, meðan aðrar vórðu settar í verk av einstaklingum, feløgum og fyritøkum.

Høvuðssamskipari okkara er Annika Arnsteinsdóttir Nielsen, sum hevur staðið fyri samskipanini og samskiftinum við ruddarar og samstarvsfelagar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder