Innanlands

16 hjún av sama kyni í Føroyum

Í ellivu førum eru tað kvinna sum er gift við kvinnu og í fimm førum er tað hjúnarband millum menn

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2022-07-26 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru 16 hjún av sama kyni, sum búgva í Føroyum. Tað upplýsir Hagstova Føroya, nú Faroe Pride verður í morgin.

Nýggja hjúnabandslógin varð samtykt í 2017. Hagstovan sigur, at fimm hjúnabond eru millum menn meðan ellivu eru millum kvinnur.

Upplýst verður ikki um hesi hjúnini eru gift í Føroyum ella ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder