Innanlands

15 tons av óruddi ruddað í ár

Nevndin í Rudda Føroyar er sera væl nøgd við tiltakið í ár, sum vardi eina viku – 1.234 fólk høvdu skrásett seg

Næmingar á ítróttaháskúlanum í Vági (Mynd: Rudda Føroyar)

Næmingar á ítróttaháskúlanum í Vági (Mynd: Rudda Føroyar)

2020-10-02 07:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár vóru Føroyar partur av stóru altjóða tiltakinum World Cleanup Day hjá Let's Do It World felagsskapinum í Estlandi.

Hóast tiltakið Rudda Føroyar var øðrvísi skipað í ár, við ongum samskiparum, er nevndin í Rudda Føroyar sera væl nøgd við stóra luttakaratalið og mongdina av ruski, sum varð ruddað í ár, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Í ár varð ruddað í eina heila viku í døgunum 12. – 19. september í staðin fyri í ein dag.

– Umframt at vera takksom fyri stóra luttakaratalið í ár í Føroyum, eru vit eisini takksom fyri allan stuðulin vit hava fingið frá feløgum, fyritøkum og kommunum. Hiddenfjord er okkara høvuðsstuðul í ár. Við stuðli frá tykkum øllum tilsamans, er enn lættari at náa á mál, sigur nevndin í Rudda Føroyar.

Í ruddingarvikuni vóru 1.234 skrásettar luttakarar, sum ruddaðu tilsamans 15 tons av óruddi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder