placeholder
Innanlands

15 tilburðir staðfestir í gjár

13 av teimum smittaðu eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður er av ókendari smittukeldu, og ein tilburður varð staðfestur við kanning tveir dagar eftir komu til Føroya

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-10-20 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru 15 nýggir koronutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

13 av teimum smittaðu eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður er av ókendari smittukeldu, og ein tilburður varð staðfestur við kanning tveir dagar eftir komu til Føroya, skrivar corona.fo.

Níggju persónar eru eisini staðfestir frískir aftur, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni 87.

927 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. 169 persónar eru í sóttarhaldi. Eingin er innlagdur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder