Innanlands

15 av 16 eru nú útskrivaði

Enn er ein persónur frá vanlukkuni á Stórabeltsbrúnni á sjúkrahúsi

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-04 14:50 Author image
Ari av Rana

Tokvanlukkan á Stórabeltsbrúnni, sum mikumorgunin kravdi átta mannalív, sendi 16 fólk á sjúkrahús við skaðum.

Skjótt var greitt at fleiri teirra, sum fingu skaða, bert høvdu fingið smærri skaðar. Men nøkur vóru, sum høvdu fingið eitt sindur álvarsamari skaðar.

Í morgun var ein persónur útskrivaður úr sjúkrahúsinum í Odense. Við hesum eru nú 15 av teimum 16 útskrivaði. Enn er ikki vist nær seinasti persónurin kann væntast at verða útskrivaður.

placeholder
placeholder