Mentan

15 ára gamal Emmy-vinnari skrivar søgu

Owen Cooper gjørdist í nátt yngsti mannligi sjónleikarin at vinna eina Emmy-virðisløn – Hann varð kosin "besti mannligi hjáleiklarin í stuttari sendirøð" fyri leiklut sín í bretsku røðini "Adolescence"

15 ára gamli Owen Cooper vann í nátt eina Emmy-virðisløn fyri leiklut sín í bretsku røðini

15 ára gamli Owen Cooper vann í nátt eina Emmy-virðisløn fyri leiklut sín í bretsku røðini "Adolescence"

2025-09-15 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15 ára gamli sjónleikarin Owen Cooper skrivaði søgu í nátt, tá hann gjørdist yngsti mannligi sjónleikarin at vinna eina Emmy-virðisløn. Hann vann í bólkinum "besti mannligi hjáleiklarin í stuttari sendirøð" fyri leiklut sín í bretsku røðini "Adolescence".

Í "Adolescence" spælir Owen Cooper leiklutin sum 13 ára gamli Jamie Miller, sum verður ákærdur fyri at hava dripið eina gentu, sum hann gongur í skúla við. Hann var 14 ára gamal, tá røðin bleiv tikin upp, og leikluturin í "Adolescence" er hansara fyrsti, skriva altjóða miðlar.

Emmy-virðislønirnar vórðu í nátt handaðar í amerikanska býnum Los Angeles fyri 77. ferð, og "Adolescence" vann í øllum bólkunum, røðin varð tilnevnd í. M.a. vann røðin eina Emmy fyri "besta stutta sendirøð", "besti mannligi høvuðsleikarin í stuttari røð ella filmi", og "besti kvinnuligi hjáleikarin í stuttari sendirøð".

Ein stutt sendirøð er ein røð, sum bara hevur eina sesong. "Adolescence" hevur fýra partar, og fyrstu tríggjar mánaðirnar varð røðin víst 140 milliónir ferðir á Netflix.

Her sæst ein listi yvir allar Emmy-vinnararnar frá í nátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder