
Aftur í ár hevur Vágs Kommuna bjóðað fólki, sum arbeiða ella kunnu arbeiða fjararbeiði, tey sum á enskum verða kallaði digitalir nomadar, møguleika at flyta til Vágs, Geiranger fjørðin í Noregi og Þingeyri í Íslandi. Og í ár var undirtøkan met høg. Heili 14.846 umsóknir komu inn og fevndi hesar um í alt 20.461 fólk, harav vóru 807 børn.
Arctic Digital Nomads Grant bjóðar fólki møguleikan at flyta til eitt útjaðarasamfelag í ein til tríggjar mánaðar. Hesa tíðina kunnu fólkini útinna sítt vanliga arbeiði, bara sum fjararbeiði, meðan tey uppliva tað sum hesi útjaðarasamfeløg hava at bjóða - fólk, mentan, upplivingar, náttúru - ja gerandisdagin.
– Okur eru óalmindiliga stólt av verkætlanini, og undirtøkan er nógv størri enn okur nakrantíð droymdu. Okur hildu at verkætlanin var stór í fjør, tá góðar 700 umsóknir komu inn til nøkur fáa pláss á hvørjum staði. At tað so í ár komu næstan 15.000 umsóknir er ikki heilt til at skilja, tað vísir so eisini potentialið í hesum útjaðarasamfeløgum, sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari.
Nú fara starvsfólk hjá Vágs Kommumu at velja umsøkjarar úr rúgvuni, sum so fáa møguleikan at flyta til Vágs í ein til tríggjar mánaðar. 5.961 av umsøkjarunum ynsktu at koma til Vágs.
Arctic Digital Nomads Grant er stuðlað av NORA og samstarvspartarnir eru Vágs Kommuna (Føroyar), Samfélagsmiðstøðin á Þingeyri (Ísland) og Geirangerfjord World Heritage Foundation (Noreg).
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald