Innanlands

145 nýggj dagstovnapláss í Tórshavnar kommunu næsta ár

150 nýggj pláss verða eisini útvegað í alt í ár

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2018-10-01 16:48 Author image
Oda Strøm
placeholder

Stóri fólkavøksturin í Tórshavnar kommunu hevur við sær avbjóðingar at veita foreldrum nóg mikið av dagstovnaplássum til børnini.

Men fleiri nýggj dagstovnapláss verða klár at taka í nýtslu í november og fyrst í 2019 skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni - og tá hevur kommunan hetta farna árið økt kapasitetin við fleiri enn 150 plássum.

Í fíggjarætlanaruppskotinum fyri 2019 er lagt upp fyri 145 fleiri plássum. Kommunan fyrireikar í løtuni verkætlanir at fáa hesi til vega soleiðis, at tey kunnu takast í nýtslu til várs ella skjótast til ber. 

Tórshavnar kommuna tekur nú eisini í nýtslu nýggja plássbókingarskipan á dagstovnaøkinum. Umframt at vera hjálp hjá kommununi at tryggja nóg stóran plásskapasitet fram í tíð, er skipanin við til at tryggja foreldrum fult gjøgnumskygni og fleksibilitet viðvíkjandi uppskriving.

Í hesum sambandi verður farið frá skipan við bíðilista til skipan við bóking. Hetta merkir, at foreldur nú skulu bóka eitt ítøkiligt tøkt pláss at byrja ein ítøkiligan dag. Hetta merkir eisini, at tað snýr seg um at verða fyrstur at bóka tøka plássið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder