Uttanlands

140.000 húsarhald uttan streym í Svøríki og Finnlandi

Trý fólk hava latið lív í ódnini Johannes, sum hevur rakt Noreg, Svøríki og Finnland – Orkufeløg upplýsa, at summi fáa væntandi ikki streymin aftur fyrr enn fyrst í komandi viku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-12-28 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Svøríki hava trý fólk latið lív í ódnini Johannes, sum rakti Noreg, Svøríki og Finnland um vikuskiftið.

Ódnin hevur elvt til stóran skaða á m.a. trø og bygningar, og túsundatals húsarhald eru framvegis uttan streym í morgun, skrivar Ritzau.

Umfatandi ruddingararbeiðið er byrjað, og verður arbeitt við at fáa streymin aftur.

Í harðast raktu økjunum í Svøríki eru 40.000 húsarhald uttan streym. Í Finnlandi eru  í løtuni 100.000 húsarhald, sum eru uttan streym. Tá støðan var ringast var talið uppi á 190.000.

Svenska elfelagið Ellevia sigur, at støðan er ógvuslig, og skulu summi húski ikki vænta at fáa streymin aftur fyrr enn mánadagin. Eitt annað orkufelag - Eon - sigur, at summi skulu rokna við at bíða til seinni í vikuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder