Innanlands

140 metrar sprongdir í farnu viku

Nú eru 8.832 metrar sprongdir í Eysturoyartunlinum

Nú restar lítið í (Mynd av estunlar.fo)

Nú restar lítið í (Mynd av estunlar.fo)

2018-12-17 11:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Av teimum 11.250 metrunum, sum skulu sprongjast í Eysturoyartunlinum, eru nú sprongdir 8832 metrar. Í farnu viku vórðu sprongdir 140 metrar.

Á Hvítanesi gongur skjótt og væl at spreingja og gera tunnilin til. Har vórðu 83 metrar sprongdir í farnu viku, og eru nú sprongdir 4235 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 22 metrar, og eru íalt sprongdir 1554 metrar á strekkinum, meðan 36 metrar vórðu sprongdir frá rundkoyringini móti Rókini, so at har nú eru sprongdir 1148 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder