2026-03-17 12:50
Seinastu 12 mánaðirnar - í tíðarskeiðnum mars 2025 til februar 2026 vórðu 13,7 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.
Tað eru 910 milliónir - ella 7,1 prosent - fleiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Tá hugt verður eftir lønunum í ymsu vinnugreinunum sæst, at størsti vøksturin í krónum var hjá teimum, sum arbeiddu við fiskiveiðu og aling. Har var vøksturin 22 prosent - 333,8 milliónir krónur.
Lønarvøksturin var størstur í Sandoynni - 15,9 prosent, og minst í Suðurstreymoy - 5,5 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald