
Seinastu 12 mánaðirnar vórðu um 13,5 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.
Tað er ein vøkstur á 912 milliónir - ella 7,3 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.
Størsti vøkstur í krónum áttu tey, sum arbeiða innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu, og vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 164 milliónir - ella 52 prosent - størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini.
Av vøkstrinum á 912 milliónir krónur áttu menn størra partin við meira enn 60 prosentum.
Í september varð 1,15 milliard útgoldin í lønum. Sama mánað var miðallønin fyri hvønn persón 36.983, og tað er átta prosent hægri enn í september í fjør.
Í september fingu kvinnur 30.007 krónur í miðal. Tað er 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 43.389 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 9,2 prosentum hjá monnum og 6,2 prosentum hjá kvinnum, skrivar Hagstovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald