Innanlands

13 valevni á lista F í Fuglafjarðar kommunu

Fimm kvinnur og átta menn bjóða seg fram á lista F til kommunuvalið í Fuglafjarðar kommunu

2020-10-19 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Listi F, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð til valið 2016 og fekk trý umboð, er nú klárur við valevnislistanum til kommunuvalið 10. november.

Á listanum hesuferð eru 13 valvni – fimm kvinnur og átta menn, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

– Listi F ynskir, at fólkavøksturin í Fuglafjarðar kommunu skal vaksa. Hetta skal gerast við at fjøltátta bústaðarmarknaðin við eldra-, lestrar- og leigubústøðum, umframt at fleiri grundstykkir skulu útvegast bæði á Hellinum, Kambsdali og Fuglafirði. Málið er at 2050 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu í 2050.

– Trivnaðurin hjá familjuni, børnum okkara, ungdómi og okkara eldru borgarum skal verða teir bestu. Fríøkir og vegakervi skal gerðast betri, bæði inni í bygdinum og millum bygdir. Vinnan, fólki og kommuna skulu øll virka í felagskapi.

Listi F stendur fyri Framburð, Framskygni, Framtíð og Fólkavøkstur

[object Object]

Tey sum umboða Lista F til býráðsvalið í Fuglafjarðar kommunu eru hesi:

  • David Andreasen, Kambsdalur
  • Dávur Juul, Fuglafjørður
  • Eivin Sigurð Breiðaskarð, Fuglafjørður
  • Georges Rouah, Fuglafjørður
  • Jens Kjartan Feilberg, Fuglafjørður
  • Jonn Sólheim Thomsen, Fuglafjørður
  • Jórun Eið Johannesen, Hellurnar
  • Kári Blábjørg, Fuglafjørður
  • Leif André Eliassen, Fuglafjørður
  • Maria á Boðanesi, Fuglafjørður
  • Marita Øre, Fuglafjørður
  • Sheila Sigurdsdóttir, Fuglafjørður
  • Steintóra Nesá, Fuglafjørður
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder