placeholder
Innanlands

13 bilar fingu parkeringsbót í samband við landsdystin

Trý smærri ferðsluóhapp vóru eisini í gjárkvøldið, har talan var um lítlar materiellar skaðar. Tvey av teimum vóru í Klaksvík, har talan var um treytaðu víkiskylduna, ið varð brotin

2019-10-16 08:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at trý smærri ferðsluóhapp vóru í gjárkvøldið. Tvey fóru fram í Klaksvík – í báðum førum breyt bilførarin treytaðu víkiskylduna. Hetta kann geva treytaða frádøming av koyrikortinum.  

Við brúnna um Streymin helt ein bilførari ikki frástøðuna og so komu smærri skaðar á bilarnar. Ov lítil frástøða kann geva klipp í koyrikortið.

Meðan landsdysturin millum Føroyar og Malta var á Tórsvølli, var ferðslupatruljan úti. Hetta førdi til, at 13 bilar fingu parkeringsbót.

Annars var púra friðarligt í nátt – sjálvt um føroyingar vóru sera glaðir eftir sigurin á Tórsvølli.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder